Hon er leiðari á HF skúlanum í Klaksvík og er tískil væl kend millum nógv av yngra fólkinum í Norðoyggjum.
Sigrun er ættað úr Klaksvík. Foreldrini eru bæði av Kirkju. Bethuel er av Deild, og Solborg úr úti í Húsinum, sum tað verður nevnt. Bethuel og Solborg búðu tey fyrstu árini á Kirkju, og í 1967 fluttu tey til Klaksvíkar.
Sigrun er yngst av fýra systkjum. Hon er gift við Hans Ólavi Skálagarð í Klaksvík, og tey eiga tvær gentur ? Ingun og Aleksandra.
Sigrun tók HF prógv í Klaksvík í 1983. Í 1992 leyk hon prógv á lærda háskúlanum í Århus. Høvuðslærugreinin er atronomi ella stjórnufrøði. Føroyingarnir, sum hava astronomi sum høvuðsgrein eru ikki nógvir. Hjálærugreinirnar eru støddfrøði og alisfrøði.
Síðani 1992 hevur Sigrun starvast í HF skúlanum í Klaksvík og studentaskúlanum á Kambsdali. Tíðliga í 1995 gjørdist hon leiðari á Klaksvíkar HF skeiði, og hon er framvegis í tí starvinum. Boð hava ofta verið eftir Sigrun at undirvísa á tekniska skúlanum í Klaksvík.
Millum næmingarnir ber Sigrun orð fyri at vera góður lærari. Hon gevur nógv, og hon roknar við, at næmingarnir eisini gera nógv við skúlatingini. Hon dugir sera væl at vera vinur við næmingarnar og samstundis at krevja nógv av teimum. Tað er ikki minst Sigrun fyri at takka, at umhvørvið á HF skúlanum í Klaksvík sigst vera sera gott.
Sigrun er limur í nevndini fyri Norðoya Sparikassa. Hon er útnevnd av ídnaðarmálaráðnum til tann nevndarsessin.
Í frítíðini fæst Sigrun nógv við at binda. Troyggjurnar, sum hon hevur bundið, eru nógvar, og hon hevur vunnið onkra kapping í at gera bindingarmynstur til troyggjur.