- Átakið hevur gingið betur enn eg tordi at ímynda mær, og eg vil gjarna takka bæði einstaklingum og fyritøkum hjartaliga fyri stuðulin.
Tað sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp, sum í august skipaði fyri einum stuðulstiltaki, har fyritøkur og einstaklingar stuðlaðu henni við eini upphædd fyri hvønn kilometur, ið hon megnaði at ganga í august.
Tilsamans hevur tað eydnast Sigrun Jóhansdóttir Bisp at samla umleið 100.000 krónur higartil, og verður peningurin latin danska Cystiska Fibrosu felagnum.
Tað er ikki uttan orsøk, at Sigrun Jóhansdóttir Bisp savnar pening inn til felagið. Hon er nevniliga sjálv ein av teimum føroyingum, ið er rakt av arvaliga sjúkuni Cystiskari Fibrosu, og var fyrr í ár ein samrøða við Sigrun Jóhansdóttir Bisp at lesa í Sosialinum, har hon greiddi frá hvussu hon í løtuni er í bíðistøðu eftir nýggjum lungum.
Men hóast hon ikki hevur verið væl fyri, so megnaði hon kortini at ganga longri enn í 2014 og 2015, og fegnast Sigrun Jóhansdóttir Bisp í dag um góða stuðulin, ið hon hevur fingið.
- Alt ger mun. Takk fyri stuðulin, tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg og gevur tað mót tá dagarnir gerast strævnir. Eg gleði meg at síggja, hvat samlaða upphæddin verður.
- Stuðulin hevur hildið mær í gongd og givið mær blóð upp á tonnina, og hóast eg var innløgd á sjúkrahúsi ein part av tíðini, so gekk eg 79 kilometrar tilsamans í august. Eg gekk sostatt longri enn bæði í 2014 og 2015, tá eg gekk ávikavist 70 og 55 km, tó at eg hevði eina nógv verri lungafunktión hesaferð, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.