Sigrun næstan seld

Áðrenn ein mánaður er farin, fær trolbáturin Sigrun væntandi nýggjan eigara. Norðoya Sparikassi keypti bátin á tvingsilssølu 8. juni, og sparikassin hevur síðan lýst bátin til sølu.

Fleiri hava víst áhuga fyri at keypa Sigrun, og Eyðun Kjølbro, stjóri á fonds- og vinnulivsdeildini væntar, at báturin verður seldur innan fyri ein mánað.

Sigrun varð í fjør summar tikin fyri ólógligan fiskiskap og loysti ongantíð aftur, tí táverandi eigarin kundi ikki rinda stóru bótina.

Tað mesta av tíðini síðan hevur hann ligið á Klaksvík. Í morgun varð hann tikin upp á beding.

Norðoya Sparikassi, sum átti 16,5 mió. krónur í Sigrun, keypti bátin fyri 538.000 krónur á tvingsilssøluni.