Sigrun Juul Samuelsen 75 ár

Í dag, tann 9. juni, fylla tveir alvorliga speciellir persónar 75 ár. Annar er slettis ikki ein persónur, men ein dunna, nemliga Dunnaldur Dunna, ella Donald Duck. Hann ætlaðu vit ikki at koma inn á her. Meðan hin persónurin er Sigrun Juul Samuelsen. Tað er hana, vit ætla at heiðra.

Sigun er ikki ein sum setur ljósið undir skeppuna, so í Klaksvík vita øll hvør Sigrun er. Fleiri kenna hana frá, at hon hevur verið fólkaskúlalærarari í mong ár. Seinnu árini hevur hon verið at sæð fleiri leygardagar á Nólsoyar Pálsgøtu, har hon hevur selt stearinljós, sum hon sjálv hevur framleitt. Peningurin, sum er komin inn við søluna, er allur farin til útimissión. Og síðan hon byrjaði, hevur hon sent fleiri túsund krónur til missión úti í heimi.

Sigrun Juul Samuelsen varð borðin í heim hendan dagin í 1934. Foreldur hennara vóru Petur Juul og Kalla Samuelsen. Petur Juul var úr Leirvík, meðan Kalla var dóttir Dáva úr Gerðum. Sigrun vaks upp í Klaksvík og fór sum ung niður til Danmarkar at læra til lærarinnu. Har kom hon við í skótaarbeiði hjá KFUK-skótunum, teir grønu gentuskótarnir. Og tað er í skótunum, vit kenna hana. Tá Sigrun flutti heim aftur til Føroya, helt hon áfram við skótaarbeiði, nú í KFUK-skótunum í Klaksvík, og har hevur hon verið síðani. Tá hon byrjaði, var skótaarbeiðið bert fyri størri gentur, men í oktober 1972 stovnaði Sigun Títtlingarnir, sum eru gentir 7 til 10 ár. Sigrun var eisini við til at keypa skótahúsið úti í Grøv, sum varð keypt fyri 30 árum síðan, tann 1. juni 1979. 


Sigrun hevur verið trúføst í skótaarbeiðinum. Og tað hon hevur brent fyri, er at skapa eitt umhvørvi, hvar ungar gentur kunna mennast og gerast sjálvstøðugar og at vísa teimum á Jesus og at læra tær Jesu næstrakærleika. Sigun er full av góðum hugskotum og kreativiteti. Og loysunarorðini hjá Baden Powel: "Learning by doing" og "Be prepared" saman við altjóða loysunarorðunum hjá gentuskótunum: " Verj og Tæn" gjørdust eisini loysunarorðini hjá Sigun, og hevur hon útint skótaarbeiði við teimum í huga. 


Vit hava notið gott av at hava havt Sigrun í skótunum øll hesi árini. Sigrun hevur enn ikki fingið sær ein mann, og hon eigur sjálv ongi børn og eins og reglan í sanginum um “Lítla Snar”: “...Gamla Anna eigur ongan mann, tí var hon so ógvuliga góða við hann (Snar)...”, hava vit merkt, at hon er ógvuliga góð við okkum skótar. Og hetta hava tey, ið hava Sigrun til mostir, fastir, abbadidd, ommudidd, osfr. eisini merkt. Vit vita í hvussu er, at hon mann hava bundið út ímóti einum tonsi av ymiskum pløggum til børn hjá familju og vinum. Tað fer ongin føðingardagur ella annar merkisdagur hjá familjulimum og vinfólki forbí. 


Sigrun er kend fyri at vera “snakksalig”, og ofta koma orðini út uttan ta stóru umhusan áðrenn, tí hava vit mangan grinið í selskapi við Sigrun. Tó sigur hon ikki eitt ónt orð um nakran persón, ei heldur nakað negativt við vilja. 


Vit vilja ynskja Sigrun hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og takka henni fyri alt tað hon er og hevur verið fyri KFUK-skótarnar og seinnu árini eisini fyri KFUM- skótarnar, nú liðini koyra skótaarbeiðið saman. 


Við skótakvøðu

KFUK- og KFUM-skótarnir í Klaksvík