Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram á Eiði

Seinast, Sigrun Gunnarsdóttir hevði framsýning á Eiði, var fyri fýra árum síðani, tá atelierið á Hvítakletsvegi 15 varð tikið alment í nýtslu.

Hvítusunnudag klokkan 15 letur Sigrun Gunnarsdóttir upp listaframsýning í atelieri sínum á Eiði. Opið verður henda dagin til klokkan 20, og opið er eisini annan hvítusunnudag frá klokkan 15 til 20.

Tað verður Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum setir framsýningina, meðan Lív Næs fer at syngja og spæla.

Síðstu árini hevur Sigrun havt framsýningar víða um. Umframt í Norðurlondum, hevur hon sýnt fram í USA, Eysturríki, Týsklandi og Japan.

Tað, sum sermerkir list hennara er, at hon gongur egnar leiðir. Tá bókin um Sigrun og list hennara kom út í 2007, lýsti rithøvundin, Eva Furuseth, hana millum annað soleiðis:

»Sigrun er millum tey fáu listafólkini, ið tora at taka upp álvarsom evni um tilveruna til viðgerðar og kortini ikki gerast grunn og innantóm. Sigrun sigur sjálv, at listin er hjartað, sum hon letur úr og gevur tær. Og hóast myndirnar í nógvum førum eru grundaðar á veruligar hendingar, eru tær hvørki privatar ella bert lýsandi. Myndirnar fáa tvørturímóti tað fram, ið hvørki orð ella lýsingar megna. Tær víðka um sjónarringin, um vit væl at merkja geva okkum tíð at hyggja, tí sjálv upplivingin av einum listaverki verður altíð grundað á íkastið og royndirnar hjá hyggjaranum. Rithøvundin E.D. Biggers segði einaferð soleiðis: Menniskjasinnið er sum eitt fallskjól – og roynist bert opið.«

Seinast, Sigrun Gunnarsdóttir hevði framsýning á Eiði, var fyri fýra árum síðani, tá atelierið á Hvítakletsvegi 15 var tikið alment í nýtslu.