Sigrun fer undir hamaran

Sjey mánaðir eru gingnir, síðan trolbáturin Sigrun varð tikin fyri ólógligan fiskiskap. Málið er framvegis ikki komið fyri rættin

3. august í fjør varð trolbáturin Sigrun úr Saltangará tikin. Hann kom til lands, og skiparin varð ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga.
Í fyrsta umfari góðtók sekiparin sektaruppskoti, sum var, at hald varð lagt á veiðu og reiðskap, og bótin til skiparan var 100.000 krónur.
Men málið endaði ikki har. Ákæruvaldið kom við nýggjum kravi, sum var, at reiðaríið skuldi seta eina millión krónur í veð fyri at kunna loysa Sigrun aftur.
Tað noktaði reiðarin, tí hann hevði ikki tann peningin.
Orsøkin til hetta kravið var, at ákæruvaldið hevði illgruna um, at Sigrun fleiri ferðir hevði fiskað ólógliga, og so fór eitt drúgt kanningararbeiði í gongd.
28. desember var ákæruvaldið liðugt við ákærusitið, sum var 15 blaðsíður, og har eru 18 ákærur um ólógligan fiskiskap, frá januar í fjør fram til fyrst í august, tá ið Sigrun varð tikin.
Finn Ougaard, varafúti dugir ikki at siga, hví málsviðgerðin hevur tikið so drúgva tíð, tí hann hevur ikki verið inni í málinum frr enn nú.
Reiðarin Jónsvein Knudsen skilir einki av nøkrum av tí seinu málsviðgerðini.
- Frá tí at Sigrun varð tikin, og til ákæruritið kom, hoyrdu vit millum lítið og einki frá ákæruvaldinum, sigur hann.

Fleiri spurningar
Reiðarin vísir ikki aftur, at Sigrun fiskaði ólógliga, og var tað so, var í lagi at revsa hann.
- Men hví skuldi hetta málið draga so nógv út? Hví ikki bara lata hann fáa sektina og so lata hann fara út aftur? spyr Jónsvein Knudsen.
Ta fyrstu vikuna lá Sigrun í Leirvík, síðan varð hann fluttur til Klaksvíkar, har ætlan var at klassa hann. Sigrun liggur framvegis í Klaksvík.
Av og á hava teir hugt til bátin.
Jónsvein Knudsen valdi næstan beinanvegin at siga menninar, sum nýttir vóru a bátinum, upp, soleiðis at teir kundu koma undir ALS.

Løgið
Hann hevur nú mist allar vónir um at kunna gera Sigrun út aftur. Jónsvein Knudsen hevur stutt sagt slept endanum og boðað bankanum frá tí.
Hann heldur mangt løgið vera í hesum málinum. Tað fyrsta var, at ákæruvaldið fyrst gav bátinum vanliga sekt, men síðan kravdi, at reiðaríið skuldi veita eina millión krónur í trygd.
- Og tá ákæruritið kom, var ikki bara skiparin men eisini eg sum reiðari ákærdur.
Reiðariið, sum ákært er, eitur Sp/f á Heygnum.
Sigrun stendur í 16 milliónum, og persónliga hevur Jónsvein Knudsen mist 3,6 mió. krónur, sum hann setti i skipið, tá ið tað varð keypt.
Ógreitt er, nær málið um trolbátin Sigrun kemur fyri rættin. Tað verður eingin fongur fyri ríkiskassan, at báturin verður seldur á tvingsilssølu, tí so nógv skuld er í honum.