P/F Raðhamar, hvørs høvuðspartaeigari er Gulak Gullaksen, hevur júst keypt trolbátin Sigrun.
Í juni seinasta ár keypti Norðoya Sparikassi Sigrun, sum fleiri hava víst áhuga fyri.
Gulak Gullaksen vil ikki upplýsa keypsprísin, men báðir partar eru nøgdir við prísin, sigur hann.
Trolbáturin verður nú settur í stand eftir teimum krøvum, sum klassin setir. Tað gongur væntandi ein mánaður, til báturin er klárur, sigur Gulak Gullaksen.
Hann hevur fyri tað mesta ført fiskiskip, men seinastu árini hevur hann siglt uttanlands. Nú hevur hann so sagt upp har fyri at koma heim aftur at føra Sigrun.
- Eg havi trivist væl, men eg havi altíð havt tað best umborð á fiskiskipi, sigur Gulak Gullaksen.
Hann býr í Hattarvík, og Sigrun hevu eisini fingið heimstað í Hattarvík.