Sigrid hevur eina fantastiska góða rødd, og røddin var alla tíðina í miðdeplinum, afturat sær hevði hon bleytt undirspæl av Gunnar Guttesen á tangentum og Rúna Eysturlíð á gittara. Teir kýndu sínum ljóðførum soleiðis, at tónleikurin alla tíðina stiðjaði røddina. Her var í líka stóran mun talan um evnini til at vita, nær tað var hóskandi ikki at spæla, og hetta dugdu teir sera væl. Tónleikurin var ofta rættuliga minimalistiskur, og tað klæddi framførsluni.
Konsertin var í trimum partum. Fyrsti partur var við vøkrum stillum løgum, sum egnaðu seg væl til røddina hjá Sigrid, fleiri av teimum vóru skrivaði til hennara, og hóast nakrar av RnB lótunum úr hennara fortíð av og á snýktu seg inn, var hesin parturin av konsertini frálíkur. Okkurt av løgunum var eisni rættuliga soulkent á tann góða klassiska mátan.
Egin løg
Sigrid roynir í løtuni sínar veingir sum sangskrivari. Í øðrum parti av konsertini sang Sigrid saman við Lailu Carlsen fýra heimagjørd løg. Røddirnar á hesum báðum songkvinnum riggaðu øðiliga væl saman: tann myrka røddin hjá Lailu og tann ljósa hjá Sigrid.
Løgini høvdu ein kontrikendan dám, og vóru á onkran hátt eitt sindur fangandi, men vóru samstundis rættuliga einstáttaði og keðilig. Tey høvdu partar, sum vóru góðir, men sum løg riggaðu tey ikki ordiliga. Tey brutu nógv frá fyrru løgunum og kýndu als ikki líka nógv fyri røddini hjá Sigrid, sum hini løgini gjørdu. Hugskotini vóru fín, og í samstarvi við lagskrivarar ella framleiðarar kann Sigrid óivað skriva góðan tónleik, men hendan fyrsta royndin var ikki nøktandi.
Tað frægasta av teimum nýggju løgunum var »Socalled paradise«, hetta lagið var ognað eini gentu, sum doyði í fjør, og Sigrid sang tað við nógvum hjarta og meinti tað ordiliga nógv. Men sjálvt hetta lag var ikki betur enn næst best.
Gospel løg
Sigrid endaði konsertina við at syngja siðbundnu gospel løgini »Wait in the Water« og »Halleluja«. Hetta gjørdist hæddarpunktið á konsertini, løgini klæddu henni so avbera væl, og endiliga kom røddin ordiliga til sín rætt, hetta var so øgiliga vakurt.