Nakað av fólki var til móttøkuna. Umframt borgarstjóran vóru eisini fólk frá fyrisitingini eins og familja og fyrrverandi og núverandi starvsfelagar og heilsaðu Sigrid Arge á degnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Sigrid. Hann tosaði um ta tíðina, sum farin er, síðan hon kom í starv hjá skúlatannlæknanum. Hon hevur mest starvast saman við kvinnum, og í dag eru tær ikki færri enn 20 kvinnur í starvi.
Borgarstjórin handaði Sigrid gávur frá kommununi. Sigrid segði í takkarøðu síni, at hóast gamla tannlæknastovan í Tórsgøtu enn kann vera nokk so hugnalig, er hon heldur tronglig, og ynskiligt kundi verið við betri hølisviðurskiftum.
Sigrid er dóttir Lydiu og Eliesar Arge í Havn,hon er gift Ole Jensen, arkitekti, sum er dani. Tey eiga tríggjar døtur: Sára, Anna Katrina og Hanna Elisa.