Sigrið fyri fullum húsi

Tað var eitt sindur av hvørjum, tá Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen spældu í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

KONSERT

Tað var meira enn fullsett, tá Sigrið Rasmussen og Gunnar Guttesen tørnaðu út í Klingruni í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Áhugin fyri fyrrverandi norsku popp-stjørnuni eftir øllum at døma ikki minkaður nakað.
Saman við sær leygarkvøldið hevði Sigrið tann blaðunga Gunnar Guttesen, sum er bróður hin navnframa Regin Guttesen. Dygdirnar hjá yngra beiggjanum standa tó einki aftanfyri tær hjá tí eldra.
Á skránni hetta kvøldið høvdu Sigrið og Gunnar eitt sindur av hvørjum. Tónleikurin fevndi um jazz, gospel, klassiskan tónleik, sálmar og popp tónleik, ið var gjørdur einklari. Tey bæði fingu eisini hjálp frá Jens Christian Guttesen til okkurt lag tann hálvanannan tíman, ið konsertin vardi.
Sigrið og Gunnar hava framført saman onkuntíð áður til ymisk tiltøk á jólum og í samkomuni, men tey hava ikki spælt saman alment áður.
?Eg helt, at hetta kundi verið stuttligt at roynt, so vit spurdu okkum fyri, um tað ikki kundi bera til, sigur Sigrið Rasmussen.
Konsertin hjá teimum báðum var eisini partur av Summartónum. Í løtuni hava tey ongar ætlanir um nakra nýggja konsert.
Sjálv sigur Sigrið, at konsertin kundi gingið betri hjá sær, tí hon var forkølað, og hetta darvaði hana nakað, men hon er kortini væl nøgd við tiltakið.