Sigrar til trý føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Køge, Aarhus HC og HØJ vunnu øll sínar dystir í kvøld

Julian J. Kragesteen spælir nú við Køge

Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge vunnu í botnstríðnum ein sera týðandi 28-27 sigur á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var Køge á odda 16-11, men í seinna hálvleiki gekk ikki líka væl í hond. Men Køge var omaná við einum máli tá dysturin var liðugur.

 

Køge er framvegis aftast í deildini, men nú við seks stigum. Eitt stig er upp til Vendsyssel á næstaftasta plássinum.

 

Julian skoraði tvey mál fyri Køge í kvøld.

 

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC vunnu stórsigur 39-22 á Odense á útivølli. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið betri við, og í steðginum var Aarhus á odda 17-14.

 

Aarhus er nummar seks í deildini við 21 stigum.

 

Teis skoraði fýra mál fyri Aarhus.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli 28-26 á Skive. Í steðginum var Skive á odda 15-13, men tað lá betri fyri hjá HØJ í seinna hálvleiki. 

 

HØJ er fjórðfremst í deildini við 24 stigum.

 

 

 

 

 

 

 

Julian J. Kragesteen spælir nú við Køge