Tveir dystir hava verið í bestu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Ì Vági vann Stjørnan ein rættiliga tryggan 23-18 sigur. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til heimaliðið, VB. Eitt skifti í fyrra hálvleiki var Stjørnan á odda 5-1, men tað eydnaðist VB at vendi gongdini tá. Somu eydnu høvdu vágskvinnur ikki í seinna hálvleiki, har tær sambært Eyðuni Kjærbo heimildarmanni vóru ov ótolnar í álopsspælinum og gjørdu ov skjótt av.
À Skála vunnu kyndlakvinnur 24-20 á heimaliðnum, StÍF. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Kyndil. Sambært Andrassi Danielsen var talan um ein javnan dyst, har Kyndil hevði marginalarnar við sær.
Støðan=
1 Neistin 7 229-166 +63 14 stig
2 Kyndil 8 179-193 -14 9 stig
----------------------------------------------
3 VÍF/Tjaldur 6 154-145 +9 6 stig
4 VB 7 162-175 -13 5 stig
5 Stjørnan 7 145-166 -21 4 stig
6 StÍF 5 117-141 -24 2 stig










