- Sigrar eru týdningarmiklir

Skuffilsi var stórt í Danmark, tá tað ikki eyndaðist danska fótbóltslandsliðnum at vinna á Spania um vikuskiftið.

Liðskiparin, Jon Dahl Tomasson, sigur nú, at teir ikki mugu gevast at spæla, tí sigrar eru enn ótrúliga týdningarmiklir. – Vit mugu royna at vinna síðstu dystirnar, tí jú hægri vit liggja á UEFA- og FIFA-styrkilistanum, jú lættari mótstøðulið fáa vit. Og tað er tað klárt, at vit heldur vilja møta einum liðið, sum á pappírinum er veikari enn t.d. Spania, staðfestir liðskiparin á danska landsliðnum.