Ósigraði liðini bresta saman

Bara tvey lið er ósigraði í Premier League higartil í hesum kappingarárinum. Í dag møtast tey á Etihad leikvøllinum í Manchester. Bæði Manchester United og Arsenal eru á útivølli móti uppflytarum.

 

Átta av teimum tíggjum dystinum í hesum umfarinum í Premier League verða í dag. Fyrsti dysturin verður longu klokkan 12:45, tá Norwich tekur ímóti Arsenal, sum eftir eina ringa byrjan er komið fyri seg. Arsenal verður uttan Carl Jenkinson og Kieran Gibbs, sum hava minni skaðar, meðan Jack Wilshere og Bacary Sagna framvegis eru langtíðarskaddir.

 

Á Etihad leikvøllinum í Manchester møtast tey bæði liðini í Premier League, sum ikki hava tapt higartil í hesum kappingarárinum – Manchester City og Newcastle. Manchester City, sum í vikuni kunnngjørdi eitt met stórt ársundirskot upp á næstan tvær milliardir, verður uttan Carlos Tevez, sum helst hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið. Sergio Augero er ivasamur.

 

Seinasti dysturin í dag verður í Wales har Swansea tekur ímoti Manchester United, sum er uttan Chris Smalling, Tom Cleverley, Michael Owen og Danny Welbeck, sum allir eru skaddir. Hinvegis so eru Darron Gibson og Rafael de Silva tøkir til túrin.

 

Premier League hetta vikuskiftið:

 

Í dag:

Norwich – Arsenal (12:45)

Everton – Wolverhampton (15:00)

Manchester City – Newcastle (15:00)

Stoke – QPR (15:00)

Sunderland – Fulham (15:00)

WBA – Bolton (15:00)

Wigan – Blackburn (15:00)

Swansea – Manchester United (17:30)

 

Sunnudagin:

Chelsea – Liverpool (16:00)

 

Mánadagin:

Tottenham – Aston Villa (20:00)