Oddvør Marita Jacobsen
-------
Um tú ert Harranum, Gudi tínum lýðin, tá munnu allar hesar signingar vera tær fyri sum standa í 5. Mós. kap. 28, men lýðir tú ikki rødd Harrans, Guds tíns og hansara boð og fyriskipanir, tá skulla hesar banningar vera tær fyri, sum eisini standa í sama kapittli.
Hetta er galdandi fyri okkara land og fólk.
Vit síggja tað allan vegin upp ígjøgnum øldirnar, at so leingi sum fólkið og tey ráðandi hildu seg til Harran og hansara fyriskipanir, so vælsignaði Gud landið, men tá avgudar og gudloysi slapp inn, so gekk eisini illa hjá landi og fólki.
Harrin hevur upp ígjøgnum øldirnar vælsignað okkara land, tí vit settu okkara álit á hann.
Guds orð var grundarsteinurin, kletturin, sum bygdur varð á.
Tá vit nú um dagarnar lesa um, at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu skal seta eina stevnu hjá teimum samkyndu og eisini nýtir peningin hjá skattaborgarum at stuðla tiltakinum við 50.000,- krónum, og borgarstjórin í Reykjavík skal eisini halda talu í hesum sambandi, tá má eg siga:” Gud náði okkum”.
Skal okkara tjóðarhátíð nú byrja við skrúðgongu av teimum samkyndu við stuðul og viðmæli frá borgarstjórum.
Er okkara land nú komið so langt út í gudloysi?
Tað stendur í Rom. 1 frá 24-32, hvat Gud sigur um hetta, tað stendur, at Gud gav teir upp í skammloysis girndir, og teir skiftu sannleika Guds um við lygn, og vit vita, at Gud skapti mann og kvinnu til at liva saman og uppfylla jørðina.
Síðani stendur, at teir sum slíkt gera, eru sekir til deyða og eisini tey, sum geva teimum viðhald, so klárt tosar Guds orð um hetta.
So skattaborgarar í Tórshavnar kommunu, vaknið og síggið, hvat ið er við at henda í tykkara kommunu.
Hetta er eisini okkara tjóðarhátíð, so hetta viðkemur øllum okkara landi og fólki.
Tað, sum maður sáar, skal hann eisini heysta.
Latið okkum tí, Føroya fólk, standa saman og viðurkenna okkum Guds orð, soleiðis at Gud ikki tekur signingina frá okkum og flytir ljósastakan.
Hetta er skrivað við virðing og kærleika fyri okkara landi og fólki.










