Kirkjuráðsval er í 22 kirkjum í dag. Sambært heimasíðuni hjá Føroya Stiftsstjórn, so er uppgávan hjá einum kirkjuráði at syrgja fyri, at fólkakirkjan kann bjóða góð kor fyri lív og vøkstri fyri kirkjufólkinum. Eisini skulu tey umsita kassarnar hjá kirkjunum, skipa kirkjutænastuna og síggja til, at kirkjurnar verða sýnaðar hvørt ár.
Jógvan Fríðrikson, biskupur, segði við Kringvarpið í morgun, at eftir hetta kirkjuráðsvalið verður aðalorðaskifti um signing av samkyntum pørum í kirkjuni.
– Sjálvt um eg havi boðað frá hesum fyri langari tíð síðani, so kom ongin revolutión tá. Tað taki eg sum tekin um, at fólk eru trygg vi at evsti mynduleiki hevur sagt, at tað verður ongin diskriminatión í fólkakirkjuni, segði hann við Kringvarpið.
– Hvat meiri verður í fólkakirkjuni sleppa kirkjuráðslimirnir at geva prei um. Eg betrakti tað sum ein álitsváttan til núverandi leiðslu, legði hann afturat.
Í kirkjusøknum, sum eru yvir 500 skal kirkjuráðsval verða fjórða hvørt ár. Eisini eru á leið 40 kirkjur kring landið, sum longu hava avgreitt viðurskiftini innanhýsis. Kirkjusóknirnar við 500 ella fleiri limum eru tilsamans 22 í tali: Argir, Eiði, Fuglafjørður, Glyvrar, Gøta, Hoyvík, Hvalvík, Klaksvík, Kollafjørður, Leirvík, Miðvágur, Nes, Norðskála, Sandavágur, Skála, Strendur, Sørvágur, Tórshavn eystur, Tórshavn vestur, Tvøroyri, Vágur og Vestmanna.
Tilsamans eru tað 34,100 limir í fólkakirkjuni í hesum 22 sóknum og av teimum hava 26,537 limir valrætt til valið. Samlaða limatalið í føroysku fólkakirkjuni er 40,325 og 31,117 hava valrætt til kirkjuráðsvalið.
Til ber at veja til klokkan verður 20 í kvøld.










