Signhild vann gull í 100 metrar rygg

OYGGJALEIKIR: Umframt at vinna gull hevur Signhild D. Joensen sett oyggjaleikamet

Nú er aftur føroyskt gullregn í svimjihøllini í Visby í Gotlandi. Hesaferð er tað Signhild D. Joensen, sum hevur vunnið gull fyri Føroyar.

 

Signhild D. Joensen vann kappingina í 100 metrar rygg. Vinnaratíðin var 1:02.55, sum er oyggjaleikamet.

 

Gamla oyggjaleikametið átti Birita Debes á oyggjaleikunum á Isle of Wight í 2011. Tá var vinnaratíðin hjá Biritu Debes 1:02.80.