Signhild vann bronsu í 100 metra frísvimjing

OYGGJALEIKIR: Signhild Dánjalsdóttir vann bronsuheiðursmerki í 200 metrar frísvimjing

Tað legst støðugt aftrat teimum føroysku oyggjaleikaheiðursmerkjunum í svimjing.

 

Fyri løtu síðani vann Signhild Dánjalsdóttir Joensen bronsuheiðursmerki í 200 metra frísvimjing. Signhild Dánjalsdóttir Joensen kom á mál við tíðini 2.03.70.

 

Gemma Atherley av Jersey vann við tíðini 2.01:59. Lauren Hew frá Cayman-oyggjunum gjørdist nummar tvey við tíðini 2:03.61, so lítið manglaði í hjá Signhild at fáa eitt silvurheiðursmerkið.