Hetta vikuskiftið skipa japanar fyri World Cup stevnu í Tokyo, har eisini føroyska Signhild Joensen skal royna seg. Svimjing skrivar at hon og venjarin eru komin fram í øllum góðum, og venja longu í hylinum.
Innleiðandi riðlarnir byrja klokkan tvey um náttina føroyska tíð. Tað er klokkan 10 lokala tíð í Tokyo, sum er 8 tímar frammanfyri okkum í Føroyum. Úrslitini fara allarhelst at kunna síggjast á omegatiming.com
##med2##
Luttøkan hjá Signhild verður:
Fríggjamorgun 2. august: 50 rygg
Leygarmorgun 3. august: 100 rygg
Sunnumorgun 4. august: 200 rygg
FINA stroymar World Cup á finatv.live/en, sum krevur hald fyri at síggja.











