Signhild setti nýtt føroyskt met

Signhild Joensen setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá hon svam teinin upp á 1:03.34. Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.


Tað var til SuSvim-stevnuna, ið verður hildin í Páls Høll í Vági í vikuskiftinum, at svimjarin úr Klaksvík megnaði at seta nýtt met á teininum.


Tað er ikki óvæntað, at Signhild Joensen megnaði at taka metið, tí frammanundan átti hon sjálv metið, ið var 1:03.38, og bleiv sett á Danish Open-stevnuni í fjør.