Signhild Danielsen 90 ár

Týsdagin 5. apríl 2005 fyllir Signhild Danielsen í Havn 90 ár.

Signhild er ættað av Skála. Foreldrini vóru: Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palli Rasmussen, sum vanliga varð nevndur Skála-Palli, eftir at tey vóru flutt til Havnar at búgva.

Sum 16 ára gomul kom Signhild til Havnar, har hon hevði húspláss.

Hon giftist við Petur Danielsen, ættaður av Hvítanesi, sum í dag er 91 ára gamal.

Signhild og Petur fingu børnini: Dánjal Pauli, Regin, Jana og Petur. Dánjal Pauli andaðist í november 1994, 57 ára gamal, og Petur andaðist í mai 1995, 46 ár gamal.

Petur tók setiskiparaprógv sum ungur, og sigldi til hann varð 60 ára gamal, tá hann mátti gevast, tí eyguni vór farin at bila. Hann var eisini ein av eigarunum av trolarunum Hvítanes, sum vóru tríggir í tali.

Petur og Signhild búðu á Abbatrøð tey fyrstu árini, til tey fluttu í nýggj hús úti í Grønlandi. Seinastu trý árini hava tey búð á Eldrasambýlinum Oman Hoydalar í Hoyvík.

Signhild hevur verið ein góður stuðul hjá Peturi, bæði tá hann sigldi, og ikki minst síðan hann bleiv blindur.

Signhild kennir ein hóp av fólki, og er hon sera trúføst. Bæði hon og Petur fylgja væl við í tí sum gongur fyri seg í samfelagnum.

Tey hava eisini verið trúføst í samkomuni í Ebenezer, sum hevur verið teirra andaliga heim.

Signhild og Petur eiga 11 ommu- og abbabørn, og 30 langommu- og langabbabørn

Føðingardagurin verður hildin í Pálsstovu, og tey sum ynskja at heilsa upp á Signhild eru vælkomin í Mykinesgøtu 7 millum kl. 17-21 hendan dagin.