Signar syngur í Spaniastovu leygarkvøldið

Leygarkvøldið hevur Signar í Homrum konsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Signar telist millum best umtóktu og mest virknu tónleikarnar í landinum seinnu árini. Hann spælir til alskyns tiltøk sum solistur og saman við bólkinum Rox.

Leygarkvøldið fáa fólki høvi at uppliva Signar spæla á konsert, sum hevur fingið heitið »Kærleikans mátt«. Saman við bólkinum Rox spælir Signar eitt fjølbroytt úrval av gomlum og nýggjari sangum. 

Konsertin við Signari í Homrum verður í Spaniastovu í Klaksvík leygarkvøldið kl. 22.00.