Signar í Homrum fer í kvøld at spæla á pubbini Irish Rover mitt í Keypmannahavn.
Irish Rovers, sum liggur á Strøgnum, vísir fótbóltslandsdystin millum Írland og Føroyar á stórskíggja og hava boðið føroyingum innar at hyggja.
Eftir landsdystin fer Signar í Homrum at spæla á ovaru hæddini í Irish Rover. Saman við Signari spælir eisini John Johansen.
Signar í Homrum er sangari í bólkinum Rox, og teir skulu leygarkvøldið spæla á Ishøj Regatta.