Signar P. Dam 70 ár

Mikudagin tann 7. mars fylti pápi okkara 70 ár. Henda dagin var hann burturstaddur.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Sum 70 áringur, halda vit, at hann sær sera gott út og heldur seg stak væl.
Pabba er sonur Ragnhild og Petur M. Dam og vaks upp á Tvøroyri.
Eftir lokið studentaskúlaprógv í Hoydølum, fór hann at mála saman við góða vini sínum og systkinabarni Tummas Michael Smith. Síðani fóru hann og mamma til Danmarkar, har hann tók útbúgving sum lækni. Eftir 13 ár í Danmark, longdust teimum heima aftur til Føroyar, og í 1971 fluttu tey til Tvøroyrar at búgva við okkum trimum børnum. Pabba hevur altíð verið ógvuliga lokalpatriotiskur og áhugamál sum hava við Tvøroyri at gera, liggja honum tætt at hjartanum.
Tey fyrstu nógvu árini, var pabba sera virkin sum reiðari og  kommunalpolitikkari.
Hann hevur starvast sum kommunulækni í skjótt 35 ár og eydnan var við honum, tá ið hann fekk Karl Johan Fossá sum starvsfelaga, har teir báðir saman við skrivarunum Almu og Dianu, hava havt eitt ómetaliga gott samstarv við nógvum stuttligum løtum. 
Matgerð er eitt av heilt stóru áhugamálunum hjá pabba. Honum dámar sera væl at borðreiða við nøkrum heilt serligum og alt er so gjøgnumført hjá honum. Hann og vinkonan Anna Kirstin hava fleiri ferð gjørt tað stóra kalda borðið til veitslur, har tað hevur smakkað so væl og sæð so gott út, at fólk hava tosað um tað leingi aftaná.
Tá ið familjan er samlað og pabba hevur gjørt mat, eru vit altíð so spent, tí vit vita, at alt hann ger, smakkar so ævintýrliga væl.
Á henda hátt hevur hann altíð dámað væl at samla okkum til ein góðan bita.
Anders And uppvaskið í køkinum aftaná er ein onnur søga - vit fáa í hvussu so er eitt gott og laaaaangt prát, tá ið uppvaskið verður tikið.
Heilt frá barnsbeini av hevur honum dámað at lurta eftir opera og klassiskum tónleiki. Til tíðir eru hátalararnir vendir út móti bønum og vindeyguni standa víðopin,  meðan hann  rokast uttanfyri við ymsum. So ýlir hetta - fyri okkum ljóðandi - hysteriska kvinnumenniskja um allar geilar. Lukkutíð fyri tvøráfólk, hevur hann nú ognað sær ein MP3 spælara.
Pabba! Nógv góð orð kunnu vit siga um teg, men tað týdningarmiklasta tú hevur givið okkum er kærleika og tryggleika. Og hóast tú hevur lagt oyra til nógvar søgur ígjøgnum títt arbeiði sum lækni, so leggur tú <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$altíð<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ oyra til, hvat vit hava á hjarta og ráðini frá tær eru altíð merkt av umhugsni og klókskapi.
Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og ynskja tær alla góða eydnu framyvir. Vit elska og virða teg ómetaliga høgt.
Kærar heilsur  Malla, Ragnar og Pætur
 
PS Vit gleða okkum øll nógv til Italien túrin í summar.