Signar í Homrum spælir til Ishøj Regatta

Hetta vikuskiftið verður Ishøj Regatta hildin fyri 30. ferð.

Umframt rógving, hugna og annað verður eisini tónleikur á skránni í kvøld.

Signar í Homrum fer saman við bólki sínum at spæla á Ishøj Regatta, og framførslan byrjar kl 21.00 í kvøld.

Manningin í bólkinum er umframt Signar í Homrum sjálvan John Johansen, James Olsen og Høgni Fagraberg.