Signar í Homrum spælir í danska høvuðsstaðnum

Hann er helst best kendur sum forsangari í bólkinum Kjølar, sum var sera nógv frammi um aldarskifti, og leygarkvøldið fer hann at undirhalda í Keypmannahavn. Sum so ofta áður, tá føroyingar spæla í danska høvuðsstaðnum, er tað Skarv, sum er karmur um tiltakið.

 

Upplýst verður, at Signar fer at syngja alt frá Robbie Williams til Kára P og Creedence Clearwater Revival.

 

Signar hevur umframt at sungið við Kjølum eisini verið partur av bólkinum Rox, og so seint sum í vikuni kom eitt spildurnýtt lag út frá honum, tá fløgan »Sundaløg« kom út, har Signar í Homrum millum annað er við.