Signar í Homrum er ávegis við nýggjari EP útgávu. Á útgávuni, sum hevur heitið Ljósið, verða fimm sangir. Tveir av sangunum eru útgivnir sum stakløg frammanundan, og síðani eru tríggir nýinnspældir sangir.
Nú hevur Signar í Homrum latið ein nýggjan sang frá sær. Orðini til ”Ongantíð sum nú” hevur Signar skrivað, og hann hevur gjørt lagið saman við svenskaranum Bjørn Zetterqvist.
Sangurin er upptikin í Krisstuff Studio og Studio Mike. Mikkjal Hvannastein hevur staðið fyri framleiðsluni, og Erik Biskopstø hevur ljóðblandað.
Trýst á pílin í myndini fyri at hoyra nýggja sangin.