Signar, Heðin og Eyðgerð á Rás 2

Rás 2 fer undir beinleiðis sendingar úr Sunda kommunu

Sunda kommuna hevur 10 ára føðingardag í ár og í hesum sambandi verður prát og kunning um Sunda kommunu á Rás 2.

 

 

Práta verður við millum annað við Heðin Zachariassen, borgarstjóra og Jóannis Joensen, leiðara í Sunda byrsufelag. Signar í Homrum fer at práta um EB/Streym og fer eisini at spæla okkurt lag, eins og at Eyðgerð Kruse fer at tosa um skránna á "Við Brúnna" í ár.

 

Framyvir fer Rás 2 at senda regluliga úr Sunda kommunu.