Signar harmast orðalag hjá samgongufelaganum

Landsstýrismaðurin Signar á Brúnni sigur, at Óli Breckmann veit betur enn hann letst, tá hann staðfestir, at Signar er »fúlastur« nú fíggjarlógin fyri ?99 verður løgd fyri tingið

Niclas Johannesen


Signar á Brúnni, landsstýrismaður við skúla- og mentamálum, heldur ikki, at tað átti at komið óvart á formannin fyri tingbólk Fólkafloksins, at játtanin til skúla- og mentamál økist við 30 milliónum krónum á komandi fíggjarlóg.

? Óli veit betur. Hann veit at 12 av hesum milliónum fara til eina nýggja skúlalóg, sum Óli Breckmann sjálvur atkvøddi fyri undanfarna skeið. Eg atkvøddi ikki sjálvur fyri henni, júst tí at eg vísti á, at uppskotið um nýggja fólkaskúlalóg onki segði um, hvussu nógv dýrari henda lóg fór at gerast, sigur Signar á Brúnni.

? Restin av øktu upphæddini fer til lønarhækkingar. Hetta er eisini eitt úrslit av tí, sum Fólkaflokkurin var við til at fremja, tá kreppan rakti. Nú skulu pengarnir berast aftur til løntakararnar. Og tað veit Óli eisini væl.

Í Dagblaðnum 28. september ger Óli Breckmann annars nógv burtur úr, at almenni raksturin gerst 110 milliónir krónur dýrari á nýggju fíggjarlógini. Og í hesum høpi staðfestir blaðstjórin og formaðurin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, at Signar er »fúlastur«, tá tað snýr seg um øktu útreiðslusíðuna á fíggjarlógini.


Ikki ?bara Óli? longur

? Eg haldi tað er nokk so harmiligt, at Óli sleingir út við slíkum orðalagi. Fyrr kundi tú siga, »Ná, hatta er bara Óli«. Men tað ber ikki rættiliga til longur. Í dag er hann jú formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum. Hetta gevur ábyrgd, og hann átti eftir hondini at havt lært at ansa sær, sigur Signar á Brúnni.

Landsstýrismaðurin roknar heldur ikki við, at meiningin hjá formanninum fyri tingbólk Fólkafloksins er tað sama sum meiningin hjá Fólkaflokkinum.

? Her í Tinganesi hava vit havt eitt sera gott samstarv millum flokkarnar, og eg trúgvi heldur onki uppá, at fólkafloksveljarar taka undir við sjónarmiðunum hjá Breckmann í hesum sambandi, sigur Signar á Brúnni.