Seinastu fimm árini hevur fuglfirðingurin Signar á Brúnni verið skúlastjóri Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, men í summar gongur avtalan um starvið út, og tá letur Signar seg pensjónerað frá einum longum arbeiðslívi í fólkaskúlanum.
- Avtalan um stjórastarvið gongur út 1. august, og nú eg eisini eri blivin 67 ár, er tíðin komin at gevast, sigur Signar á Brúnni.
Kring landið er hann mist líka kendur sum politikari. Hann var bert 25 ára gamal, tá ið hann kom í løgtingið fyri Tjóðveldisflokkin, og í 30 ár – við onkrum styttri steðgi - umboðaði hann flokkin í løgtinginum og landsstýrinum.
Men hann vildi ikki sleppa skúlanum, hóast hann bleiv politikari.
- Mær hevur altíð dámt stak væl at verið lærari, og tá ið eg fór upp í politikk, vildi eg ikki sleppa skúlanum. Alla ta tíðina eg var tingmaður, var eg lærari eisini, og tað var millum annað fyri at fylgja við broytingunum, sum vóru innan skúlaverkið. Ert tú uttanfyri í fýra-fimm ár, so er verri at koma inn aftur, og eg havi verið glaður fyri, at eg helt tað við líka. Lærarastarvið er tað starvið, sum mær hevur dámt eina best. Eg havi hildið meg verið komin á røttu hillina í skúlanum, sigur Signar á Brúnni.
- Tíðin í politikki var góð og spennandi, og eg lærdi ein hóp av at hava ábyrgd av ymsum málsøkjum. Upp á stutta tíð kom eg væl inn í nógv mál, og tað er eisini komið mær til góðar, nú eg havi verið skúlastjóri.
Signar á Brúnni gavst í politikki í 2002, og síðani hevur hann hildið seg burtur frá politiska vígvøllinum.
- Ta fyrstu tíðina, eftir at eg gavst, var tað eitt sindur undarligt ikki at verða uppi í politikki og ikki kunna blanda seg uppí. Men eftir eina tíð, og eftir at eg var farin í skúlan aftur, var áhugin fyri skúlanum skaptur av nýggjum, og eg brendi fyri tí starvinum. Og tá eg eri farin í eitt starv, so havi eg gingið upp í tað við lív og sál, og soleiðis hevur eisini verið, eftir at eg gavst í politikki og fór í skúlan at starvast aftur, sigur hann.
- Eg fylgi væl við í politiki, men eg eri ikki freistaður av, at fara at blanda meg upp í politikk aftur. Tað er farið.
Trivist væl
Seinastu árini hevur Signar á Brúnni røkt starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, og har hevur hann trivist væl.
- Tá eg varð spurdur, um eg vildi fara til Klaksvíkar at verða skúlastjóri, hugsaði eg leingi um tað. Skúlin á Ziskastrøð er ein stórur skúli við umleið 400 næmingum og 40 lærarum, og eg hugsaði, um eg skuldi taka tað á meg. Men eg valdi so at taka av, og tað havi eg ikki iðra meg eina løtu um, sigur hann.
- Eg kom til ein góðan og væl riknan skúla, og eg kendi meg frá fyrsta degi vælkomnan. Vit hava eisini havt eitt gott arbeiðslag í skúlanum, og eg kenni tað, sum at lærarar og leiðsla hava lyft í felag, og tá er alt nógv lættari. Mær hevur dámt væl næmingarnar, og samstarvið við foreldrini hevur verið gott, so eg havi bert positiva hugsan um hesa tíðina sum skúlastjóri.
Signar á Brúnni var fremmandur í skúlaumhvørvinum í Klaksvík, tá ið hann gjørdist stjóri í øðrum av fólkaskúlunum í býnum.
- Tað var ein fyrimunur fyri meg, at eg kom uttanífrá til skúlan á Ziskastrøð. Eg var ikki bundin at nøkrum bólki, tá ið tað kom til skúlaskap í Klaksvík. Og tað var ein fyrimunur, tá ið nú ein av mínum uppgávum var at virka fyri eini samanlegging av skúlunum í Klaksvík – Skúlanum á Ziskatrøð og Skúlanum við Ósánna – og eg merkti beinanvegin, at ein partur av ímóti hesi samanlegging.
- Vit hava arbeitt við samanleggingini, men mótstøðan hevur verið so mikið stór, at har eru vit ikki komin á mál. Men eg hugsi, at alt tekur sína sodningartíð, og soleiðis er helst eisini í hesum føri. At tveir skúlar liggja síð um síð, og lítið samstarv er millum teir, er framvegis ófatiligt fyri mær, og eg rokni við, at tað er bara spurningur um tíð, áðrenn báðir skúlarnir verða ein eind, sigur Signar á Brúnni.
Fer ikki at keða seg
Tá ið hetta skúlaárið er av, gevst Signar á Brúnni sum skúlastjóri í Klaksvík.
- Tað verður við sorgblídni, at eg gevist, men hinvegin er tað gott at fara úr einari veitslu, meðan veitslan er upp á tað besta, og soleiðis havi eg tað. Eg havi so at siga bara góð minni frá míni tíð í Klaksvík, sigur hann.
- Eg verði oftur spurdur, hvat eg nú fari at gera, sum at alt er liðugt eftir hetta. Men eg havi nógv áhugamál, sum eg kann brúka tíð uppá. Sum yngri plagdi eg at mála og tekna, men tá eg bleiv tingmaður í 1970, steðgaði eg upp við á tí økinum. Eg havi tikið penslarnar fram aftur og kundi hugsað mær at gjørt meira við tað aftur. Annars dámar mær væl at lesa, at smíða, og at fáast við plantur og trø. Vit hava eini eldri hús á Skipanesi - á Grótinum – og har fara vit at fríðka um komandi tíðina, og so kundi eg hugsað mær at farið at ferðast meira og uppliva onnur lond.
Tað er eisini onkur fyrimunur við at gevast við fasta starvinum eftir eitt drúgt arbeiðslív.
- Tað verður eisini gott at verða meira leysur og ikki skula møta klokkan 8 hvønn dag til arbeiðis. Nú kann eg sjálvur velja, hvat eg fari at gera, og eg fari ikki at keða meg.
- Tey størvini, eg havi havt, hava verið stórar avbjóðingar, og nú fari eg til nakað meira avslappandi. Spurningurin er sjálvandi, hvussu tað fer at vera, og eg kann ikki svara tí sum er. Eg veit, at eg havi nógv áhugamál, men tað kann eisini verða, at eg fari at blanda meg uppí onkrastaðni. Eg vil gjarna verða upptikin av tí, sum hevur mín áhuga, og eg havi verið so heppin í mínum lívi, at eg havi tikist við tað, sum hevur havt mín stóra áhuga, sigur Signar á Brúnni.
***
Fakta
Navn: Signar á Brúnni
Aldur: 67 ár
Bústaður: Fuglafjørður
Útbúgving: Lærari
Starv: Stjóri í Skúlanum á Ziskastrøð í Klaksvík
Løgtingsmaður: 1970-80, 1984-2002
Landsstýrismaður: 1989-1991, 1993-1994 og 1998-2000.