John Johannessen
Klokkan trý korter til tvey seinnapartin í gjár - tá tingfundurin varð settur - las tingformaðurin upp skriv frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni, har hann heitti á løgmann um fyribils at verða loystur úr landsstýrissessinum, meðan spurningurin um embætisførslu hansara verður kannaður.
Signar á Brúnni skjýtur í brævi sínum upp, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, tekur yvir málsøki síni.
Løgtingsformaðurin las eisini bræv upp frá løgmanni. Í brævinum sigur løgmaður seg ganga umbønini á møti, og boðaði hann frá, at Signar á Brúnni var loystur úr starvinum beinan vegin. Somuleiðis boðaði løgmaður frá, at Høgni Hoydal nú skal umsita undirvísingar- og mentamál.
Aftur tingmaður
Signar á Brúnni var á valinum í 1998 valdur inn á ting. Men avgerðin um, at hann skuldi gerast landsstýrismaður, gjørdi, at hann aldri tók við hesum tingsessi. Men Signar á Brúnni er nú vanligur tingmaður, eins og hann var frá 1994 til 1998. Tingsessin tók hann beinan vegin, løgtingsformaðurin hevði boðað frá, at Signar á Brúnni ikki longur var landsstýrismaður.
At landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum aftur er tingmaður hevur ikki bert havt avleiðingar fyri Signar á Brúnni, men eisini fyri ein annan av limum Tjóðveldisfloksins.
Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum, ið higartil hevur verið varamaður á tingi fyri Signar á Brúnni, er nú ikki longur løgtingslimur. Hann mátti lúta, nú fyrrverandi landsstýrismaðurin gjørdist løgtingsmaður.
Sambært grein í Dimmalætting í gjár, vildi Tórbjørn fegin offra tingsessin fyri, at Signar á Brúnni segði seg úr landsstýrissessinum.
Tórbjørn Jacobsen metir tað nevniliga vera ógvuliga týdningarmikið, at landsstýrismaðurin - hóast hann er floks- og samgongufelagi hansara - fer frá, tá frágreiðing vísir, at hann hevur brotið lógina.
Tórbjørn Jacobsen gjørdi greitt, at tað ikki ber til at fáa fullveldi, um tað ikki ber til at hava álit á embætisførsluni hjá landsstýrinum.
Misálit lá í luftini
Var Signar á Brúnni ikki í gjár áðrenn tingfundin komin við áheitan á løgmann um at verða loystur úr landsstýrissessinum, var væntandi, at hann kortini fór úr sessi sínum.
Umboð úr fleiri flokkum søgdu Sosialinum fyrrapartin í gjár, at tey ætlaðu at leggja misálit fyri løgtingið um Signar á Brúnni, varð eingin avgerð tikin á landsstýrisfundinum, um at hann fór frá.
Samband var millum fleiri av flokkunum fyrrapartin í gjár - eisini við nøkur av umboðum Tjóðveldisfloksins, og vóru hesi vís í, at eitt misálit á landsstýrismannin fór at fáa meiriluta.
Kortini var ikki vist, at tað fór at verða neyðugt at leggja misálit fyri løgtingið, sjált um Signar á Brúnni ikki sjálvur ynskti at verða loystur úr landsstýrissessinum.
Løgmaður segði nevniliga fyrrapartin í gjár, at málið mátti fáa avleiðingar áðrenn tað kom so mikið langt, at misálit varð reist í tinginum. Tískil gav hann greiðar ábendingar um, løgmaður sjálvur fór at taka neyðugu stigini, tók Signar á Brúnni seg ikki aftur sjálvur.
Seta kanningarstjóra
Signar á Brúnni metir seg ikki hava gjørt nakað skeivt, tá hann seinasta summar játtaði sjónvapinum pening uttan um fíggarlógina. Hann sigur seg hava handlað eftir ráðum frá løg- og búskaparfrøðingum bæði í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og uttan fyri húsið.
Tí hevur Signar á Brúnni kravt at fáa ein óheftan kanningarstjóra at kannað málið, so prógv fæst fyri, at hann ikki hevur framt nakað brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Sambært løgmanni og varaløgmanni, verður kanningin sett í verk. Slík kanning kann væntast at fara at draga aðrar landsstýrismenn umframt embætisfólk upp í leikin. Tískil er neyvan seinasta orðið enn sagt í málinum.
Kanningin fer eisini at sýna okkum, hvørt tað eru løgtingsgrannskoðararnir, ið hava víst á lógarbrotini hjá landsstýrismanninum, ella tað er sjálvur landsstýrismaðurin, ið hevur uppiborið misálit.