Signar á Brúnni skoraði sigursmálið

1. DEILD: Toppliðið vann á Argjum 1-0 ímóti botnliðnum

Støðutalvan sigur, at tað er ein veruleiki, men tað sást ikki á vøllinum, at tað var botnliðið í næstbestu deildini, sum seinnapartin hevði vitjan av toppliðnum í næstbestu deildini.

Víkingur er topplið, og AB er botnlið.

Í dag vann toppliðið. Víkingur vann í Vika á Argjum 1-0. Málið skoraði 17 ára gamli Signar á Brúnni, tá ið tað vóru tveir minuttir eftir av fyrra hálvleiki.

Ingi Jonhardsson og Geza David Turi hava spælt eitt sindur á besta liðnum, uttan at teir higartil í ár hava verið fastir menn. Teir vóru á vøllinum allan dysti á tamb í dag.

Á AB liðnum vóru fleiri, sum hava verið á besta liðnum. Umframt málverjan Silas Eyðsteinsson vóru Tróndur J. á Høvdanum, Jákup Pauli Breckmann, Bartal Skaalum Petersen, Jónas Stenberg og Leivur Fossdal Guttesen millum teir fyrstu ellivu.

AB tiltuskaði sær seks hornaspørk, meðan Víkingur hevði trý hornaspørk.

AB hevði bara tvær royndir ímóti málinum hjá Víkingi, har Sonni Højgaard stóð, meðan Víkingur hevði seks royndir ímóti AB málinum, har Silas Eyðsteinsson stóð.

Víkingur er topplið við 32 stigum, og AB er botnlið við átta stigum.

Um eina viku fær Víkingur vitjan av B36, og AB skal spæla á útivølli ímóti B71.  

 

https://www.in.fo/myndasavn/