Signar á Brúnni skúlastjóri á Ziskatrøð

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur í dag sett Signar á Brúnni sum skúlastjóra í Skúlanum á Ziskatrøð frá 1. august 2007.

Signar er 62 ára gamal. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur síðani tá arbeitt sum lærari og leiðari í fólkaskúlanum. Hann hevur í styttri tíðarskeið verið varaskúlastjóri í Fuglafjarðar Skúla fyrstilærari í Leirvíkar Skúla fyrstilærari í Eiðis Skúla, ?skúlastjóri í Vestmanna Skúla, og ?síðani 23. mars 2007 skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð. ?Signar hevur eisini verið landsstýrismaður, varaløgmaður, limur í Landsskúlaráðnum í mong ár og formaður í ráðnum í tíðarskeiðunum 1979-81 og 1984-89 stendur í tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum.