Signar á Brúnni skúlastjóri í Klaksvík

Mentamálaráðið hevur sett Signar á Brúnni í starv sum fyribilsstjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Tað sigur mentamálaráðið í tíðindaskrivi fyrrapartin. Víst verður á, at Klaksvíkar Býráð hevur søkt mentamálaráðið um at gera broytingar í skúlabygnaðinum við eini einstreingjaðari leiðslu. Býráðið hevur tikið avgerð um at gera hesar broytingar í sambandi við, at skúlastjórin í Skúlanum á Ziskatrøð, Asbjørn Lómaklett, er farin úr starvi. Eisini hevur varaskúlastjórin, Eigil Hentze, søkt um at fara úr starvi 23. mars 2007.

Umsóknin hjá Býráðnum er í løtuni til viðgerðar í Mentamálaráðnum, men fyri at tryggja leiðsluviðurskiftini í Skúlanum á Ziskatrøð í tíðarskeiðinum, til støða er tikin til umsóknina hjá Klaksvíkar Býráð um broytingarnar í skúlabygnaðinum, hevur Mentamálaráðið fyribilssett Signar á Brúnni, fyrrverandi lærara í Fuglafjarðar Skúla, sum skúlastjóra, og Ólav Sjúrðarberg, lærara í Skúlanum á Ziskatrøð, sum varaskúlastjóra, sigur mentamálaráðið.

Leiðslan er fyribilssett í tíðarskeiðnum 19. mars til 1. juni 2007.