Sigmund Tróndheim vónar at fáa nakrar føroyskar atkvøður í kvøld, tá hann skal syngja í danska Melodi Grand Prixnum. Hann hevur stóran tokka til Føroyar.
- Eg føli kærleikan frá føroyingum, so eg ivist ikki í, at eg fái onkrar atkvøður úr Føroyum. Eg minnist føroyska stuðulin í X-Factor, og eg veit, at mín elskaða familja og omma og abbi á Argjum í øllum førum fara at stuðla mær. Tað eri eg æviga takksamur fyri, sigur Sigmund við Vikuskiftis Sosialin.
- Um Føroyar atkvøða fyri mær, fái eg knappliga ein nógv størri møguleika at vinna kappingina. So kann eg umboða bæði Danmark og Føroyar fyri alt Evropa í Tel Aviv!
Melodi Grand Prixið byrjar í kvøld klokkan 19. DR sendir.