Sigmund ruddar til stevnu

Síðani miðskeiðis í 90’unum hevur Sigmund Johannesen arbeitt í vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. – Hetta er eitt fínt arbeiði, sigur hann

Runavík: - Nú, ið tað nærkast til Eystanstevnu er nóg mikið at takast við, sigur Sigmund.

Hann arbeiðir dagliga í vegadeildini hjá Runavíkar kommunu. Hetta er eitt sera víttfevnt arbeiði, har teir altíð hava okkurt at gera.

Í slíkum arbeiði, har eitt arbeiði er at prýða kommununa, er nóg mikið at takast við, óansæð hvør árstíðin er.

Teir kunnu verða sendir út til so ymiskar uppgávur sum at planta, leggja flisar, stoypa – og sum nú at taka ókrút burtur.


Vanligur dagur

Vanliga fer Sigmund til arbeiðis klokkan 8 á morgin og heldur síðani á til klokkan 4.

- Men tað kann koma fyri, at formaðurin biður meg arbeiða eitt sindur longur. Og so geri eg bara tað, sigur Sigmundur.

Hósdagin í farnu viku arbeiddi hann á einum vegastrekki í nánd av Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Hetta er jú tíðin, tá tað bæði tað spírar og grør í urtagørðunum. Og tá talan er um ókrútið, heldur tað seg ikki aftur í at stinga seg fram á teimum mest óframkomandi støðunum.

Sigmund fer í øllum førum at gera sítt til, at stevnugestirnir skulu uppliva ein vakran stevnubý!