Sigmund møtti ikki til Grand Prix avdúking

Í dag avdúkaði DR, hvør skal syngja teir 10 donsku prix sangirnar.

Í dag avdúkaði DR, hvør skal syngja teir 10 prix sangirnar, tá kappast verður tann 23. februar í Boxen í Herning um, hvør skal verða grand prix umboð fyri Danmark, tá Eurovision verður í Tel Aviv.

 

 

Men tá sangur nummar fimm skuldi koma, segði veturin, at nú bleiv tað eitt sindur øðrvísi, enn við hinum 9 sangunum. Orsøkin var, at sangarin ikki var møttur upp til hesa prix avdúking.

 

 

Og sangarin  til sang nummar fimm, Say My Name, er føroyski Sigmund Tróndheim, ið gjørdist kendur í X Factor.

 

 

Fyri danska Ektrablaðnum sigur Sigmund, at hann fegnast um at vera við, og at syngja í prix høpi, men nærri vil hann ikki siga, hví hann ikki møtti til prix avdúking í dag. Men blaðið heldur seg tó vita, at Sigmund er staddur undir heitari himmalhválvum í samband við sendingina Divaer i Junglen.

 

 

Sostatt møttu bert 9 av teimum 10 sangarunum til prix avdúking í dag. Listin yvir sangir og sangarar í donsku grand prix kappingini sæst her:

 

 

https://www.dr.dk/event/melodigrandprix