Sigmund gevur út bóndafløgu

“Seven Sheep Farm Blues” eitur útgávan, sum Sigmund Zachariassen tók upp á familjutrøðni í Havnardali í summar, og sum nú er útgivin

 

Vanliga spælir hann gittar og syngur í garasjubólkinum The Mirror Men saman við Akseli Tórgarð á trummum; men tíðliga í summar tók Sigmund Zachariassen sær stundir at taka nøkur løg upp á gomlu familjutrøðni í Havnardali.

Við sær henda dagin hevði hann ein gittar og Rasmus Rasmussen, sála, sum stóð fyri upptøkunum og seinni framleiddi, ljóðblandaði og mastraði.

Úrslitið er “Seven Sheep Farm Blues” - ein solofløga, sum kom út á nýggjárinum.

Sigmund spælir sjálvur allan tónleikin á fløguni. Uni Árting hevur tikið myndirnar og gjørt húsan.

 

Øll útgávan er, sambært havnarmanninum, ein long søga borðreidd í gomlum blues-hami.

Hon snýr seg um ein einsamallan bónda, ið ikki orkar nútíðar heimin, sum spakuliga nærkast og er byrjaður at kvala seg. Allir menniskjaligu vinirnir eru langt síðani rýmdir, og nú eru bert seyðirnir á trøðni, eitt spøkilsi í svørtum og andin av einari leyvu, ið kunnu teljast sum vinfólk Sigmunds.