Sigmund Andreasen á fløgu

Tann fyri nøkrum árum síðani so kendi skiparin, ið nærmast sat fangi á oynni Reuninon, Sigmund Andreasen, er í hesum døgum fløguaktuellur við »Himlinum mót«
Tað er Sigmundur Andreasen sjálvur, ið hevur skrivað allar sangirnar á fløguni, ið eru trettan í tali. Allir hava andaligt innihald, og tónleikurin er country. Lagt til rættis hevur Torkil Mørkøre, og fløgan er upptikin í Tmusic.