Línuskipið Sigmund, sum Jóhannus M. Olsen á Toftum eigur, landaði á Toftum í morgun. Tað er Elmar Rubeksen, sum er skipari, og hetta var fjórði túrurin hjá línuskipinum undir Eysturgrønlandi.
- Henda seinasta túrin fiskaðu vit bara í seks dagar og høvdu umleið 145.000 pund, nú vit í morgun løgdu veiðina upp. Veðurforsagnirnar á leiðini í Grønlandi vóru vánaligar, og tí fóru vit bara at sigla heim.
Skiparin sigur, at høvdu teir havt fiskað í ein dag aftrar, hevði skipið verið fult. Sigmund tekur umleið 160.000 pund av ísfiski.
Umleið ein triðingur av veiðini er toskur, og ein stórur helmingur er brosma. Restin er eitt nú kongafiskur og kalvi. Nakað av kalva hevur verið at fingið í Eysturgrønlandi, og onkran tú hevur Sigmund havt upp í eini tvey tons av kalva.
Elmar Rubeksen heldur seg ikki minnast at hava verið í so góðum og støðugum línufiskiskapi áður, og hann letur væl at gongdini. Síðan Sigmund fór úr Føroyum fyri umleið tveimum mánaðum síðan, hava teir havt 24 setur og hava fiskað tilsamans 620.000 pund.
- Vit hava verið 14 mans við skipinum, síðan vit fóru úr Føroyum, og eg havi verið skipari alla tíðina. Vit hava landað tríggjar ferðir í Torlakshøft, og nú vit komu aftur av fjórða og seinasta túrinum, landaðu vit á Toftum.
Elmar Rubeksen sigur, at umleið helmingurin av tíðini, síðan teir fóru úr Føroyum, er farin til sigling, og teinurin úr Eysturgrønlandi til Torlakshøft í Íslandi er tvey samdøgur.
- Soleiðis fór umleið ein vika frá tí, at vit fóru at sigla av fiskileið, til vit vóru aftur á fiskileið í Eysturgrønlandi. Tað tók ein dag at landa, og síðan tók tað gjarna ein dag, til vit kundu loysa aftur í Íslandi til nýggjan túr.
Skiparin á Sigmundi heldur, at síðan teir fóru til Eysturgrønlands, hava teir fiskað fyri stívliga fýra miljónir krónur og menninir, sum við eru, eru væl nøgdir við tað, sum komið er burturúr.