Øll árini hevur hann havt nóg mikið at gera og hevur ongnatíð verið arbeiðsleysur.
Sigmund er føddur og uppvaksin í Trongisvági, og hann er sonur Jonnu f. Strøm í Kelduni og Petur Nolsøe í Garðinum, bæði úr Trongisvági. Hann er giftur Oddny Hovgaard Oman Lon í Hovi, og eiga tey tvær døtur.
Sigmund sigur, at hann hevur trivist væl í arbeiðnum og hevur havt ein sera lagaligan arbeiðsgevara.
Sigmund er bæði ítróttarmaður og náttúrumenniskja. Í mong ár spældi hann á liðnum hjá TB og var í 70-unum og 80-unum við at vinna eini fimm meistarheiti.
Eisini er hann kendur haruskjútti og hevur vunnið fleiri steyp.
Petur Hammer sigur um Sigmund, at hann er ein pliktuppfyllandi og sera hegnigur handverkari. Hann hevur altíð møtt stundisliga til arbeiðis og hevur verið við til at avlært nógvar ungar menn.