Sigmar, ið er 43 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Eftir at hann hevði lært til elektrikara hjá Einar Michelsen, fór hann á maskinskúla og tók útbúgving sum maskinistur. Hann arbeiddi í nøkur ár sum servicumaður innan hvítvørur. Í 13 ár sigldi hann sum maskinmeistari við grønlendskum rækjuskipi. Seinastu 4 árini hevur hann siglt sum maskinstjóri við donskum og norskum skipum. Uppgávurnar hjá honum á Arbeiðseftirlitinum verða at hava eftirlit við trukkum, kranum, billyftum, persónlyftum v.m.
mg