Siglir til Føroya: - Vit síggjast um 28 tímar

Norðmaðurin Erik Aanderaa hevur lagt frá landi og sett kósina ímóti Føroyum

 

Í dag hevur norðmaðurin Erik Aanderaa lagt frá landi og sett kósina ímóti Føroyum við báti sínum. Í januar sigldi hann úr Noregi til Hetlands, og nú fer hann at sigla úr Hetlandi til Føroyar.

Hann er júst farin framvið oynni Gruney, sum liggur norðaliga í Hetlandi. Hetta var tað síðsta, hann sá til land, áðrenn hann kemur til Føroya. Erik Aanderaa hevði í morgun undanvind og sigldi við 30 sjómílum úr Hetlandi.

##med2##

- Vit síggjast um 28 tímar, Føroyar! Eg klári ikki at bíða! skrivar hann á facebooksíðu síni.

Hann tekur alla ferðina hjá sær upp á video og skrivar eisini, at hann hevur brotið sítt dýra Nikon myndatól. Men har afturímóti hevur hann 5 dronur og tvey GoPro-myndatól.

Les eisini: Norðmaður fer at sigla einsamallur til Føroya

##med3##

##med4##