Landsstýrismaðurin í vinnumálum kannar nú møguleikan fyri at einskilja skúvoyarsiglingina hjá strandferðsluni.
Tað upplýsir hann fyri Løgtinginum.
Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, reisti spurningin um at einskilja skúvoyarsiglingina og aðrar smærri rutur hjá Strandferðsluni.
Hann vísir á, at royndirnar av av einskilja siglingina til Mykinesar hava verið góðar og hann heldur, at vit eiga at halda fram at einskilja tær smærru ruturnar hjá Strandferðaluni.
Í hesum sambandi hugsar hann um skúlvoyarsiglingina, umframt siglingina til Svínoyar og Fugloyar.
Johan Dahl sigur, at hetta er ein spurningur, tey longu hava hugsað um.
- Strandferðslan hevur kannað møguleikarnar at einskilja Skúvoyarsiglingina, men niðurstøðan er, at sum umstøðurnar eru nú, loysir tað seg ikki, tí tað er ov dýrt.
Tað, sum ger, at tað ikki loysir seg, er, at skipið av tí slagnum, sum krevjast til siglingina, er ov dýrt.
Men hann sigur, at málið verður kannað víðari.
Tað er rættiliga krevjandi at sigla upp á Skúvoy um vetrarnar.
Í hesum sambandi vísir Johan Dahl á, at mælt verður staðiliga frá at brúka glastrevjabát til endamálið, tí umstøðurnar eru so vánaligar, serliga á vetri. Sostatt krevst, at tað erein ferja av stáli, sum røkir siglingina.
Og nýggja Skúvoyarskipið, Strandferðslan hevur upp á hondina, er nettupp eitt stálskip við yvirbygningi av aluminium.
Tað er 16 metrar langt og fimm metrar breitt. Tað hevur sitipláss til 36 ferðafólk og vanlig siglingarferð er 16 míl.
Sostatt fer tíðin at sigla ímillum Sand og Skúvoy niður í helvt, ella niður í einar 12-13 minuttir, men tað veldst sjálvsagt um veðrið.
Johan Dahl væntar, at nýggja skúvoyarferjan verður klár at taka í nýtslu einaferð seint í vár.
Myndin er av Sildberanum, sum hevur røkt skúvoyarsiglingina í nógv ár, men sum tíðin langt síðani er farin frá.