Sigldi við kenning úr Nólsoy til Havnar

Tað hevur verið lívligt kring landið í nátt, men sum heild hevur tað verið avbera friðarligt kortini

Tað hava verið rættiliga nógv tiltøk kring landið í gjárkvøldið og í nátt. Í Sørvági var vestanstevna, við Brúnna og á Tvøroyri var tónleikastevna, og í Vági var strandamentanin heiðrað.

 Men løgreglan sigur, at hóast tað hevur verið nógv fólk í býnum, hevur tað verið stak friðarligt.

 

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Han koyrdi 115 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80, so hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann nú má nú taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.

 

Men í nátt varð eisini ein maður tikin fyri at sigla við kenning.

 

Løgreglan sigur, at tað er ikki óvanligt, at bátar sigla um næturnar ímillum Havnina og Nólsoy í ballingarørindum.

 

Í gjárkvøldið vóru tað so seks fólk, ið fóru við einum stuttleikabáti úr Han til  við seks til Nólsoyar at ballast. Løgreglan sá, at báturin kom aftur til Havnar klokkan fýra í morgun, so tá ið tey løgdu at, stóðu løgreglufólk fyri teimum.

 

Tað vísti seg, at eisini tann, sum førdi bátin, hevði góða kenning, og tað fær hann bót fyri, sigur løgreglan. Tað er nevniliga ikki loyvt til at føra bát við kenning, eins og tað heldur ikki er loyvt at føra bil við kenning.

 

Men har hámarkið fyri at koyra bil við kenning, er 0,2 promilla av alkoholi í blóðinum, er tað 0,5 promilla fyri at føra bát og revsingin fyri at sigla ávirkaður, er bót.