Fáar minuttir eftir at Norröna hevur lagt frá landi henda hósdagin, hoyrdust fyrstu tónarnir frá teimum trimum í klaksvíksbólkinum Ekklesia.
Nakað av fólki er savnað saman her í Arkaduni, men tað er skjótt at tey hoyra vakra sangin og vilja vita, hvagani sangurin kemur.
Løtu seinni er nógv fólk samankomið at hoyra hesar tríggjar menninar syngja saman. Hesa løtuna er bert klaver afturvið, men teir hava annað tilfar á skránni við fleiri tónleikarum afturvið.
Hetta er samstundis byrjanin til enn ein gospeltúr, sum byrjaði hósdagin og endaði í morgun. Ein hópur av fólki hevði tilmeldað seg henda túrin, men hini ferðafólkini fingu haraftrat eina eyka uppliving av andaligum føroyskum sangi og tónleiki.
Ein eftirmeting av ferðini vísti greitt, at hetta var nakað sum fyrireikararnir ætla at arbeiða víðari við, soleiðis at ein túrur sum hesin kann gerast aftur um somu tíð komandi ár.
- At Smyril Line gevur okkum henda møguleikan at spæla og syngja gospel, eiga teir eitt stórt pluss fyri, sum ein av luttakarunum tók til.
Við Norrönu hósdagin vóru um 800 ferðafólk, og í morgun omanfyri 1000.
Fjølbroyttur tónleikur
Ein skal ikki flyta seg nógvar metrar umborð á Norrönu fyrrenn ein merkti at her er eitt øðrvísi slag av tónleiki at hoyra, - tónleikur, ið líkasum talar eitt annað mál.
Mong kristilig kór og bólkar hava ferðast við Norrönu gjøgnum árini, men ongatíð sum hetta vikuskiftið var skipið merkt av hesum glaða sanginum.
Kring skipið var nærum hvørt horn og hvørt skot brúkt til framførslu av gospeltónleiki:
Gekst tú í Arkaduni so kundi tú steðga á og lurta eftir tónleiki. Fórst tú í Naust Bar so hoyrdi tú tað sama, og fórst tú síðani í Viking Club kundi tú hoyra vakrar barnarøddir framføra nýggjar og kendar sangir.
Hevði tú so áhuga fyri eini góðari konsert við fjølbroyttum tónleiki og sangi, var Viking Club staðið sum savnaði mesta fólkið hvørt kvøldið.
Tað var sum um øll tiltøkini um dagin bygdu upp til tað stóra sangtiltakið um kvøldið. Fólk fingu eins og hug at hoyra meiri gospeltónleik. Tí var eisini fullsett til øll hesi sangtiltøkini um kvøldarnar.
Hetta var eisini endamálið við ferðini at fylla hetta flaggskip okkara við tí glaða tónleikinum. Her sluppu tónleikarar og sangarar at frambera tað, sum lá teimum á hjarta ja, sigast kann at tey sungu í roynd og veru frá hjarta til hjarta!
Stormandi hav
Allan dagin ígjøgnum var møguleiki at hoyra gospeltónleik annaðhvørt frá einstaklingum ella bólkum.
Millum bólkarnar var tann fyrr so kendi og enn virkni andaligi bólkurin úr Klaksvík Ekklesia.
At hava teir við á slíkari ferð var sera væl valt, tí nærum hvørt mansbarn í Føroyum man kenna slagara teirra Siglir tú lívsins hins stormandi hav frá kvøðuljómunum í útvarpinum.
Bólkurin er framvegis virkin og syngur við smærri og størri tiltøk kring landið, annaðhvørt allir tríggir ella partar av bólkinum.
Hinir bólkarnir vóru bæði kendir og nýggjari bólkar, sum eru við at gerast kendur millum tað yngra tónleikahugaða fólkið.
Kend nøvn
Tað hevði eydnast fyrireikarunum at fáa so fræg nøvn sum Heina Lützen, Sigrið Rasmussen og Magna Christiansen við á ferðina.
Hesi framførdu fleiri ferðir á túrinum við færri og fleiri tónleikarum. Hetta hugaði fólki væl, at kunna hoyra hesar framúr góðu sangararnar og tónleikarar teirra framføra live. Tað var eisini spennandi hjá tónleikarunum at fáa møguleika at spæla afturvið sangarum við so ymiskum tónleiki og stíli.
Millum allar framførslurnar var møguleiki hjá fólki at síggja, hvussu ein gyklari undirheldur børnum og vaksnum við kynstrum sínum.
Rógvi Dam av Argjum er kendur frá tiltøkum kring landið og frá sjónvarpinum. At hann eisini dugir at undirhalda ferðafólki umborð á eini so stórari bilferju sum Norrönu prógvaði hann ferð eftir ferð.
Eitt serligt tiltak var eisini fyri børnini. Her vísti Sigrid Sivertsen evni síni at læra børnini sangir á bæði enskum og føroyskum.
Við tiltøkini um kvøldið sluppu tey at framføra til konsertirnar saman við teimum stóru og kendu nøvnunum. Og sum seinasta punkt á skránni var jam session hvørt kvøld og út á náttina, har tónleikarar og sangarar sluppu at útfolda síni tónlistarligu evni.
Gott viðføri
Hetta er annað árið at Norröna skipar fyri slíkum ferðum. Og alt bendir á, at hetta fer at gerast ein fastur partur av tilboðunum hjá fyritøkuni.
Umframt vælveru-túrar, country-túrar, ungdómstúrar og annað, hevur ein eisini valt at skipa fyri serstøkum gospeltúri.
Hetta er sum ein av luttakarunum nevndi tað eitt sera gott stig og tilboð hjá Smyril Line.
- Hetta er avgjørt eitt stórt pluss til fyritøkuna, at hon yvirhøvur gevur møguleika til slíkar gospeltúrar.
- Tað eru ikki øll reiðaríir sum høvdu gjørt tað sama, sum hesin tók til.
Afturkomin á Havnina í morgun tustu allir luttakararnir í land, fegnir um enn ein góðan túr og víðari til tær dagligu pliktirnar í arbeiði, skúla, heimi og aðrastaðni.
Í viðførinum høvdu tey eitt hav av góðum upplivingum og mikla sanggleði.
Dagsskrá
Hvønn dag var serstøk skrá fyri øll tiltøkini umborð á Norrönu.
Her er yvirlitið yvir ein av døgunum fríggjadagin 5. mai:
11:00 Viking Club: Barnakór (workshop)
11:45 Viking Club: Gyklarin Rógvi Dam undirheldur
14:00 Arkadan: Heini Lützen syngur
15:00 Naust Bar: Ecclesia
16:00 Arkadan: Magni Christiansen
17:00 Naust Bar: Proclaim
18:00 Buffet: Holgar Johannesen spælir
19:00 Naust Bar: Heini Lützen
19:30 Viking Club: Rógvi Dam undirheldur
20:00 Buffet: Pauli, Bárður og Jens Súni
20:00 Naust Bar: Bjartur og Jákup
21:00 Viking Club: Konsert/Syngið við: Børnini, Ekklesia, Sigrið Rasmussen og Magni Christiansen
23:00 Naust Bar: Jam Session
+ myndir