Brimil mátti sunnukvøldið hjálpa einum skjótt gangandi báti, ið hevði siglt á land á Hvítanesi. Tað skrivar Vørn á heimasíðu síni.
Ein maður var umborð á bátinum, tá hann fór á land. Vørn skrivar einki um hvussu maðurin hevur tað, men báturin fekk stóran skaða.
Brimil tók bátin, ið er av slagnum 660 work polarcirkel, av aftur og sigldi hann til Havnar, skrivar Vørn.










