Tann árliga kappsiglingin hjá Lions Club Eysturoy verður annan sunnudag. Àrliga kappsiglingin millum 4- og 5-mannafør, sum Lions Club Eysturoy skipar fyri, verður sunnudagin 19 august.
Annaðhvørt ár byrja bátarnir inni ella úti á fjørðinum, alt eftir hvussu veðrið verður. Málið verður á havnarøkinum í Saltangará.
Tey ið ætla at luttaka, skulu boða einum í siglingarnevndini frá í seinasta lagi fríggjardagin 17 august.
Fyrireikararnir minna á, at allir luttakarar skulu hava bjargingarbelti.