Sigla á vánni meðan tónleikurin koyrir

Elsa og Durita arbeiða umborð á einum skjóttgangandi báti meðan festivalurin er.

- Ein maður kom fyri løtu síðani, og spurdi um hann kundi verða sigldur til Suðuroynna, so nú hava vit frí eina løtu, meðan báturin er burtur.


Tað siga vinkonurnar Elsa og Durita, ið in.fo møtir nær festivaløkinum. Tá hava tær gingið eina løtu og tosa við fólk. 


- Vit arbeiða umborð á skjóttgangandi bátinum Adventure, ið bjóðar fólkum í øllum aldrum túrar við bátinum. Vit gera túrar á Vánni, og so longri túrar at síggja Kópakonuna, holur og annað. 


Tá Lukas Graham framførdi í gjár, vóru tær báðar á vánni. 


- Vit vóru umborð á bátinum. Tað var ein fín uppliving at sita har úti, og hoyra hvussu hansara framførsla ekkóaði millum fjøllini.