Eftir tíðindini kl. 11 kunnu lurtarnir hjá Rás2 ringja og sms´a inn, og siga ella skriva sína hugsan viðv. sendaranum hjá SvF Sjálvt um fleiri eru haldarar hjá Televarpinum, og nógv onnur hava møguleikan at síggja føroyskar sendingar á Alnótini, so hevur Kringvarpið valt ikki at senda nakað yvirhøvur teir mongu dagarnar sendarin hjá SvF hevur verið í ólagi. Heldur tú hetta er í fínasta lagið? Ella heldur tú hetta verða langt úti? Ring ella sms´a tína hugsan inn til Rás2 aftaná tíðindini, sum verða kl. 11. Onnur góð ráð og hjartasuff frá lurtarunum um sjónvarpsviðurskiftini í Føroyum eru eisini hjartaliga vælkomin.